Amager Bio

Lørdag 1. april

Invasion (FO)

Om koncerten

Tað verður heimsins festligasta innrás, tá ið føroyingar taka danska høvuðsstaðin við sangi, tónleiki og undirhaldi.

Innrásin bjóðar fantastiskan live-tónleik, skemt og undirhald og gevur føroyskum útisetum møguleikan at savnast til eitt hugnaligt og stuttligt kvøld. Og ivaleyst fara onkrir landsmenn í Føroyum eisini at leggja leiðina framvið á Amager hetta kvøldið.

Tað verður ein ”once-in-a-lifetime” uppliving, tá ið hittbólkurin Dynamit fer á pallin í Amager Bio hetta kvøldið og spælir øll síni stóru hitt – ikki minst Grøv Nummar 13, Pápi tín býr ei í Tórshavn og Hví gongur Tom altíð skít.

Eyðun & Terji, sum hava skrivað nógvar av best umtóktu poppsangum í Føroyum, koma við øllum sínum hittum – sangir sum Eros, 80’ini, Ljóðmynd, Nummar, Dansa, Eg flýggi til tónleikin og Mítt land.

Skemtarin Sjúrður Skaale, sum er onnur helvtin av Pipar & Salt, fer at leiða kvøldið, og umframt at presentera bólkarnar fer hann eisini at undirhalda við speiskum og viðkomandi skemti. 

Einhvør innrás hevur brúk fyri fólki í legu fíggindans, og Innrásin hevur heimsins stuttligasta njósnara í Anders Lund Madsen, sum eisini leggur leiðina fram við í Amager Bio og fer at hugleiða um føroyingar og Føroyar, sum hann javnan hevur vitjað í lívi sínum. Anders Lund Madsen telist millum kendastu skemtarar og sjónvarpsvertir í Danmark, og hann dugir at gera gjøldur burtur úr bæði sær sjálvum og føroyingum – sjálvandi við einum fittum skálkasmíli og blíðum eygnabrái.

Innrásin hevur meira krút og skjúts til undirhaldsálopið á Keypmannahavn. Meira verður at frætta um tað seinni.

De kalder det verdens festligste invasion, da færinger indtager den danske hovedstad med musik og underholdning. Kultbandet Dynamit, der har lavet hits og fællessang i mere end 30 år, kommer for første gang til København for at spille live. Det bliver en ”once-in-a-lifetime” oplevelse, når hitbandet spiller alle deres bedste sange. Sjúrður Skaale, sum nogle helst kender som folketingspolitiker, er en fantastisk komiker, og han deltager med stand-up og kreative præsentationer af aftenens artister. Special guest er Anders Lund Madsen, sum har rejst meget på Færøerne, og kan fortælle sjove historier om sine oplevelser i det venlige ørige i Nordatlanten. Det bliver en aften med fantastisk live-musik og festlige indslag.